EM í fótbólti: So er klárt at spæla áttandapartsfinalur

EM í fótbólti: So er klárt at spæla áttandapartsfinalur
Bólkaspælið í Týsklandi er liðugt, og nú er greitt, hvør møtir hvørjum í áttandapartsfinalunum. Her er yvirlitið
Stóra stjørnan hjá Georgia, Khvicha Kvaratskhelia, eftir málið ímóti Portugal
Mynd: Ozan Kose/AFP/Ritzau Scanpix  
 
27.06.2024 - 10:55

Eftir at Khvicha Kvaratskhelia, Georges Mikautadze og hinir úr Georgia vunnu á Portugal og spældu seg víðari úr bólkaspælinum í sínum fyrsta endaspæli, er greitt hvussu spælast skal í áttandapartsfinalunum í EM í Týsklandi.

Fleiri áhugaverdir dystir eru á skránni. Danmark skal spæla ímóti vertstjóðini, Týsklandi, sum teir sum kunnugt vunnu á í minniligu EM-finaluni í Svøríki í 1992. Annars hittust grannarnir báðir í bólkaspælinum í HM í 1986, tá Danmark vann 2-0 í bólkaspælinum í EM í 1988, tá Týskland var omaná og aftur í 2012, tá týskarar eisini vunnu. 


Kim Vilfort avgjørdi EM-finaluna ímóti Týsklandi í 1992. Andreas Brehme og hinir týskararnir hyggja hjálparleysir at. MYND: Jens Nørgaard Larsen/Ritzau Scanpix

 

Ein onnur grannauppgerð í áttandapartsfinalunum verður ímillum Frakland og Belgia. Seinast liðini hittust í einum EM- ella HM-endaspæli var í hálvfinaluni í heimsmeistarakappingini í Russlandi í 2018. Tá vann Frakland 1-0 við máli frá Samuel Umtiti. 

Georgia skal spæla ímóti Spania, sum kanska hevur verið mest sannførandi liðið í kappingini higartil. Spaniólar vunnu allar tríggjar dystirnar í bólkaspælinum.


Kylian Mbappé skoraði upp á brotsspark í javnleikinum ímóti Póllandi. Í áttandapartsfinaluni bíða grannarnir Belgia. MYND: Leon Kuegeler/Reuters/Ritzau Scanpix

 

Áttandapartsfinalurnar:

Leygardagin 29. juni:

Kl. 17:00 Sveis - Italia (sæst hjá Kringvarpinum)
Kl. 20:00 Danmark - Týskland

Sunnudagin 30. juni:

Kl. 17:00 Ongland - Slovakia
Kl. 20:00 Spania - Georgia (sæst hjá Kringvarpinum)

Mánadagur 1. juli:

Kl. 17:00 Frakland - Belgia (sæst hjá Kringvarpinum)
Kl. 20:00 Portugal - Slovenia

Týsdagur 2. juli:

Kl. 17:00 Rumenia - Holland (sæst hjá Kringvarpinum)
Kl. 20:00 Eysturríki - Turkaland

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. mai
Plátupanelið #029 (Endaløg)
191384
Leygardag 3. mai
Vikan 3. mai 2025
191375
Leygardag 3. mai
Morgunlestur leygardagur 3.mai 2025
191019
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
Veðrið
191347
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187