Broytt orðaval skal fáa vápnahvíld í Gaza

Broytt orðaval skal fáa vápnahvíld í Gaza
USA hevur broytt orðavalið í nýggjum uppskoti um vápnahvíld og leysgevan av gíslum millum Ísrael og Hamas
Sigrid Kaag, senior samskipari hjá ST fyri endurbyggjan og humaniter áhugamál í Gaza, og Antony Blinken, amerikanskur verjumálaráðharri, áðrenn fund í Washington.
Mynd: Saul Loeb/AFP/Ritzau Scanpix  
 
29.06.2024 - 14:04

Broytta orðavalið í uppskotinum skal gera tað lættari hjá pørtunum at nærkast hvørjum øðrum, siga tríggjar keldur, sum hava beinleiðis vitan um hetta, við Axios.

Ætlanin hjá USA er framvegis, at teir umleið 100 gíslarnir skulu leyslatast og tað, sum verður nevnt ein burðarmikil hvíld, skal valda í Gaza. Uppskotið leggur upp til, at hetta skal fremjast í trimum stigum. 

Sambært ónevndu keldunum leggur USA í løtuni trýst á Katar og Egyptaland, fyri at hesi londini skulu leggja trýst á Hamas at taka undir við ætlanunum. Tað skrivar norska NTB.

Ísrael og Hamas hava áður víst sína ónøgd í sambandi við hvørjir palestinskir fangar skulu latast leysir í býti við ísraelskar gíslar, og partarnir eru ósamdir um, hvørt talan skal vera um varandi vápnahvíld ella um hon bert skal vera fyribils. 

 

Samstundis sum USA leggur uppskot um vápnahvíld, skal USA sambært Reuters hava sent í minsta lagi 14.000 900-kilo bumbur til Ísrael síðan 7. oktober. 

Tað upplýsa tveir høgir amerikanskir embætismenn fyri Reuters. 

Harafturat hevur Ísrael tikið ímóti í minsta lagi 6.500 200-kilo bumbum og 3.000 Hellfire luft-til-jørð rakettum.

Í mai mánaði steðgaði USA einari sending við 3.500 MK84 bumbum. Hesar eru 900 kilo.

Hvítu húsini vilja ikki gera viðmerkingar um hetta málið, skrivar Reuters.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285