Høllin við Tjarnir reisigildi fríggjadagin

Høllin við Tjarnir reisigildi fríggjadagin
Reisigildi var hildið, tá seinasta sperran í stóra bygninginum kom upp á pláss
Reisigildi varð hildið fríggjadagin fyri Høllini við Tjarnir.
Mynd: Tórshavnar kommuna.  
 
30.06.2024 - 12:39

Í røðu til løtuna segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at arbeiðið higartil hevur gingið væl. 

Um høllina segði hann m.a., at endamálið er at skapa bestu karmar til stór føroysk og altjóða tiltøk innan ítrótt, mentan, ráðstevnur, keypsstevnur, samkomufundir v.m., umframt at vera karmur sum ítróttahøll til flestu innandura ítróttagreinir. 

Articon er høvuðsarbeiðstakari í samband við Høllina við Tjarnir.

Stórhøllin fer at kosta meira enn 200 milliónir kr.

Tórshavnar kommuna hevur bundið seg til at rinda helvtina, tó í mesta lagi 132 milliónir kr.

Aftrat løgtinginum hava fólkatingið og privatar grunnar eisini játtað at stuðla verkætlanini. 

Stórhøllin verður liðug í seinasta lagi í januar næsta ár, sigur Tórshavnar kommuna.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949