Frakland: Ytsta høgra og ytsta vinstra fingu flestar atkvøður

Frakland: Ytsta høgra og ytsta vinstra fingu flestar atkvøður
Sitandi forsætisráðharrin lovar at arbeiða fyri, at Tjóðskaparligi savningarflokkurin ikki fær greiðan meiriluta á seinna valumfari
Jordan Bardella er formaður í Tjóðskaparliga savningarflokkinum, sum fekk flestur atkvøður á fyrra valumfari í Fraklandi í gjár.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
01.07.2024 - 08:12

- Tað, sum vit lærdu av fyrra valumfari í Fraklandi, er, at ytsti høgravongurin stendur við portið til valdið.

Tað sigur franski forsætisráðharrin, Gabriel Attal, um vánaliga valið í gjár.

Attal lovar, at hann fer at arbeiða fyri, at Tjóðskaparligi savningarflokkurin kortini ikki megnar at fáa greiðan meiriluta, tá ið seinna valumfar verður næsta vikuskifti.

 

Fær 33 prosent av atkvøðunum

Kanning í nátt vísir, at ytsti høgraflokkurin, Tjóðskaparligi savningarflokkurin, fær góð 33 prosent av atkvøðunum.

Ytsta vinstrasamgongan, NFP, verður næststørst við 28 prosentum, og miðsamgongan hjá Emmanuel Macron fær millum 21 og 22  prosent.

Sostatt eru góðir møguleikar fyri, at Jordan Bardella verður nýggjur forsætisráðharri í Fraklandi.

Valluttøkan í gjár var 67 prosent.

 

Gabriel Attal er forsætisráðharri í Fraklandi. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)
 

577 sessir

577 sessir eru í tjóðartinginum, sum svarar til 577 valdømi. 

Millum hesi eru 13 í fronskum øki utta nfyri Frakland, eitt nú Ný-Kaledónia og Guadeloupe. 

11 sessir eru øki, sum umboða fraklendingar úti í heimi, og restin eru sessir innan fyri franska landamakrið.

Fyri at tryggja sær greiðan meiriluta, skal flokkur hava 289 sessir.

 

Sleppa ikki víðari

Valevni, sum hava fingið minni enn 12,5 prosent av atkvøðunum, sleppa ikki víðari til seinna valumfar.

Fær eitt valevni 50 prosent ella meira av atkvøðunum í sínum valdømi, hevur tað longu tryggjað sær ein sess í tjóðartinginum.

Seinna valumfar verður sunnudagin, 7. juli. 

Stefanie Souruge, korrespondentur hjá danska kringvarpinum, tekur soleiðis saman um valið í gjár:

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117