Biden sigur seg skilja, at nógv eru stúrin eftir hólmgonguna

Biden sigur seg skilja, at nógv eru stúrin eftir hólmgonguna
Amerikanski forsetin tvíheldur kortini um, at hann fer at vinna á Trump
Hóast nógvar áheitanir um at taka seg úr valstríðnum, tvíheldur Joe Biden um, at hann er førur fyri at vera forsei í fýra ár aftrat.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
01.07.2024 - 08:44

Amerikanski forsetin Joe Biden sigur, at hann skilir væl, at nógv eru stúrin eftir hólmgonguna í síðstu viku. 

Men forsetin tvíheldur um, at hann fer at standa seg móti Trump.

- Eg hevði ikki eitt gott kvøld, men eg fari at stríðast uppaftur harðari, segði Biden við fleiri ríkar stuðlar í sambandi við eitt innsavningartiltak leygardagin.

Millum demokratarnar er hýrurin ikki góður eftir kjakið í sjónvarpinum. 

 

Misnøgd

Fleiri, sum stuðla Biden við stórari peningaupphædd, har víst sína misnøgd seinastu dagarnar.

Á innsavningartiltakinum, sum var í New York, helt Biden fram at grundgeva fyri, at Donald Trump er ein hóttan fyri USA.

Biden segði, at meinngakanningar vísa, at demokratrarnir hava fingið størri undirtøku eftir hólmgonguna í sjónvarpinum.

Fríggjadagin segði Biden, at hann 'av innasta hjarta' heldur, at hann megnar starvið sum forseti í fýra ár aftrat.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392