Betongið er ov vánaligt at festa glaspláturnar á

Betongið er ov vánaligt at festa glaspláturnar á
Ein onnur loysn má finnast, og Landsverk arbeiðir í løtuni við málinum fyri løgtingið
Glaspláturnar á løgtingsbygninginum vóru tiknar niður í apríl og mai.
 
01.07.2024 - 09:32

Verða glaspláturnar á umsitingarbygninginum hjá løgtinginum settar uppaftur, byrjar tað arbeiðið 1. apríl næsta ár.

Betongið er kannað. 

Niðurstøðan er, at tað er ov vánaligt til at festa pláturnar beinleiðis á tað, sigur Johnhard Klettheyggj, løgtingsstjóri.

So ein onnur loysn má finnast.  

Landsverk arbeiðir í løtuni við málinum fyri løgtingið.

 

Tilboð um ársskiftið

Ætlanin er, tá summarfrítíðin er farin afturum, at fáa ein ráðgeva at standa fyri útbjóðingini. Tilboðini skulu vera komin um ársskiftið.

Fyribils standa glaspláturnar í kjallaranum í bygninginum hjá Havnar arbeiðarafelag, sum løgtingið leigar.

Pláturnar vóru tiknar niður í apríl og mai.

Beint fyri ólavsøku í fjør duttu petti av einari plátu niður á gongubreytina við Tinghúsvegin.

Og fyrr í fjør summar datt ein pláta av á hinari síðuni á bygninginum. 

Glaspláturnar komu í 2006.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392