Tjóðveldi bjargaði ætlanunum hjá borgarstjóranum - staðseting ikki broytt

Tjóðveldi bjargaði ætlanunum hjá borgarstjóranum - staðseting ikki broytt
Uppskotið um leigusáttmála fyri lendið, har tjóðleikhúsið skal vera, bleiv samtykt í Tórshavnar Býráði, hóast partar av býráðsmeirilutanum vóru ímóti
 
03.07.2024 - 18:21

Tað gjørdist eitt drúgt og stundum hart orðaskifti, tá Tórshavnar Býráð í kvøld skuldi samtykkja leigusáttmálan fyri lendi, har komandi tjóðleikhúsið skal standa.

Eftir orðaskifti hevði verið í meir enn ein tíma bleiv atkvøtt, og tá vóru níggju atkvøður fyri uppskotinum og fýra vóru ímóti. Millum tær sum vóru ímóti vóru atkvøðurnar hjá Annfinni Brekkstein, varaborgarstjóra og Kára Johansen, floksfelaga hjá borgarstjóranum. 

Teir talaðu eisini harliga ímóti ætlanunum, og mæltu báðir til, at finna aðra staðseting til tjóðleikhúsið, hóast staðsetingin á Eystaru Bryggju í havn er samtykt av býráðnum. Teir vístu eisini á frágreiðingina hjá havnastjóranum, sum vísti á, at havnavirksemið fer at vera nógv darvað av tjóðleikhúsinum, um hann verður staðsettur á Eystaru bryggju.

Borgarstjórin hevði tískil tørv á hjálp og hon kom frá fyrrverandi borgarstjóranum Anniku Olsen og restini av Tjóðveldinum í býráðnum, sum øll atkvøddu fyri ætlanini. 
Annika Olsen hartaði tó eisini býrðanum fyri at hava flutt staðsetingina einaferð áður - av Skálatrøð og yvir á Eystaru bryggju - og segði, at alt málið var blivið til ein stóran politiskan vavgreyt. Tí var neyðugt at fáa málið avgreitt, helt fyrrverandi borgarstjórin millum annað.

Áðrenn býráðið atkvøddi fyri uppskotinum frá fíggjarnevndini og borgarstjóranum, varð atkvøtt um eitt broytingaruppskot frá Kára Johansen um at finna nýggja staðseting til Tjóðleikhúsið. Tað fall við sama atkvøðulutfalli - níggju ímóti og fýra fyri.

Málið um leigusáttmálan skuldi annars vera avgreitt 20. juni. Tá var tað á skrá býráðsfundin, men var tikið av skrá beint undan fundinum. Tá segði Heðin Mortensen, borgarstjóri at hann framvegis væntaði at fáa semju um málið. Nakrar broytingar vóru gjørdar í sáttmálanum, sum býráðið samtykti í kvøld í mun til tann sum var á skrá 20. juni. Millum annað, at farast skal undir at byggja tjóðleikhús í seinasta lagi í 2029. Hetta var annars 2031.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391