Labour vinnur og Konservativi flokkurin tódnar niður í helvt

Labour vinnur og Konservativi flokkurin tódnar niður í helvt
Nýggjastu metingarnar vísa, at Labour fær 40 prosent av atkvøðunum og Konservativi stjórnarflokkurin 21 prosent
Alt bendir á, at Keir Starmer, formaður í Labour, verður nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
04.07.2024 - 08:15

Val er í Bretlandi í dag, og valhølini lótu upp klokkan sjey í morgun.

Eftir 14 ár í andstøðu stendur Labour við Keir Starmer á odda til at vinna valið.

Nýggjastu metingarnar vísa, at Labour fer at fáa góð 40 prosent av atkvøðunum. Hetta kann gerast nóg mikið til, at flokkurin einsamallur fær sannførandi meiriluta í Westminster.

Konservativi flokkurin, sum hevur sitið við valdi síðani 2010, tykist hinvegin gerast stóri taparin.

Flokkurin, sum í 2019 fekk meira enn 43 prosent av atkvøðunum, stendur til at missa um helmingin av undirtøkuni. 

 

Rishi Sunak, forsætisráðharri, og kona hansara, Akshata Murty, á parlamentsvali í morgun. (Mynd: Reuters(Ritzau Scanpix)

 

 

Ivasamt um Sunak verður afturvaldur

Ein samanteljing av ymiskum veljarakanningunum hjá BBC vísir, at konservativi flokkurin fer at fáa um 21 prosent av atkvøðunum. Og so illa stendur til, at sjálvt í valdøminum hjá sitandi forsætisráðharra Rishi Sunak er ivamál um hann megnar at vera afturvaldur, skrivaði the Guardian í gjár. 

Tað hevur verið nógv rok í Konservativa flokkinum seinastu árini, og hann tykist hava mist nógvar veljarar til Reform UK flokkin við brexit-oddamanninum, Nigel Farage, á odda. Reform UK verður sambært veljarakanningunum triði størsti flokkur, og fær umleið 16 prosent av atkvøðunum. 

 

Valhølini lótu upp klokkan sjey í morgun, og 49 milliónir fólk hava valrætt. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

49 mió. hava valrætt

Og hóast munurin millum serliga Labour og Konservativa flokkin tykist stórur, so er hann í roynd og veru minkaður nakað seinastu dagarnar, tó ikki so nógv, at ivi tykist vera um úrslitið.

Bretland er býtt í 650 valdømi, og eitt umboð verður valt í hvørjum valdømi. 

Um 49 mió fólk hava valrætt á valinum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. mars
Morgunlestur fríggjadagur 20.mars 2026
205768
Hósdag 19. mars
RagnarRokk 19.mars
204937
Hósdag 19. mars
RagnarRokk: Robin McAuley um Paralyzed
204938
Hósdag 19. mars
Nýtt ljóð 19. mars 2026
205893
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Tinggáttin
205900
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869