Nógv færri elbilar í Íslandi - fleiri bensin- og dieselbilar

Nógv færri elbilar í Íslandi - fleiri bensin- og dieselbilar
Politisk tiltøk hava gjørt, at elbilar fáa færri sømdir
Fyrra hálvár minkaði elbilasølan í Íslandi 76 prosent samanborið við somu tíð í fjør. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
05.07.2024 - 09:36

Nógv færri elbilar vera skrásettir í Íslandi nú.

Fyrra hálvárið vóru teir 76 prosent færri enn fyrra hálvárið í fjør. 

Og fleiri bensinbilar og dieselbilar vera seldir nú.

Vøksturin er stórur samanborin við fyrra hálvár í fjør.

43 prosent fleiri bensinbilar eru seldir og 53 prosent fleiri dieselbilar. Tá er talan um persónbilar.

 

Politisk tiltøk

Tey, sum hava skil fyri bilasølu, siga við Morgunblaðið, at átta politisk tiltøk seinastu tvey árini hava gjørt, at elbilar nú fáa færri sømdir. Og teir, sum brúka bensin ella diesel, hava fingið fleiri sømdir.

Men nú færri elbilar vera seldir, kann tað skumpa undir, at evni, sum gera, at brennievnini dálka minni, vera latin út í bensin og diesel. Og tað kann gera, at prísirnir hækka nógv, halda tey serkønu.

Í Føroyum vóru skrásettir 2219 elbilar 1. juli.

1. januar vóru teir 1795 sambært tølum hjá Akstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334