Nordea-bankin ákærdur fyri hvítting í Danmark

Nordea-bankin ákærdur fyri hvítting í Danmark
Bankin skal ikki hava havt nóg gott eftirlit við russiskum viðskiftafólkum í eini deild í Keypmannahavn
 
05.07.2024 - 09:54

Danski Norea-bankin er ákærdur fyri hvítting í Danmark. 

Tað skrivar danska TV2.

Málið snýr seg um flytingar fyri 26 milliardir danskar krónur. Bankin skal ikki hava havt nóg gott eftirlit við russiskum viðskiftafólkum í eini deild í Keypmannahavn.

Tað er "Den danske National enhed for Særlig Kriminalitet" (NSK), sum hevur reist ákæru móti Nordea fyri fleiri umfatandi brot á lógina um hvítting, ssigur NSK í tíðindaskrivi.

Ákæran skal vera tað mest umfatandi málið við tilknýti til lógina um hvítting í bankageiranum í Danmark, sigur NSK.

Bankin var meldaður til løgregluna í 2016, og málið skuldi koma fyri rættin í 2019, men var útsett.

Les meira her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
RagnarRokk 19.mars
204937
Hósdag 19. mars
RagnarRokk: Robin McAuley um Paralyzed
204938
Hósdag 19. mars
Nýtt ljóð 19. mars 2026
205893
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Tinggáttin
205900
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869