Maskinmeistarafelagið og KAF: Semingsstovnurin boðsendur

Maskinmeistarafelagið og KAF: Semingsstovnurin boðsendur
Samráðingarnar um nýggjan sáttmála við SEV og IRF bóru ikki á mál
Samráðingarnar millum Maskinmeistarafelagið og KAF eru slitnaðar, og Semingsstovnurin er komin uppí.
Mynd: Maskinmeistarafelagið  
 
05.07.2024 - 11:23

Samráðingarnar millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Maksinmeistarafelagið eru slitnaðar. Talan er um samráðingar um sáttmálan, sum er við SEV og IRF.

Tað skrivar Maskinmeistarafelagið í tíðindaskrivi. 

Felagið skrivar, at KAF var hvørki til at høgga ella stinga í, tá avtornaði, og kravdi enntá, at verkfalsrætturin bleiv skerdur, staðfestir Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, í skrivinum. 

Partarnir samráddust í hálvan tíma í morgun, tá ið samráðingartoymið hjá Maskinmeistarafelagnum mátti staðfesta, at ongar vónir vóru fyri, at mótparturin fór at flyta seg nær námind tí uppskotinum til semju um nýggjan SEV/IRF-sáttmála, sum felagið legði út við týsdagin. 

Terje Sigurðsson, semingsmaður, váttar fyri Útvarpinum, at Semingsstovnurin er boðsendur. 

Varasemingsmaðurin, Fróði Sivertsen, skal nú hava tilfar, og síðani fer hann tosa við partarnar hvør sær. 

Sáttmálin fór úr gildi í oktober 2022, og samráðst verður nú um tríára sáttmála.

Hoyr samrøðu, sum Sigrún Brend gjørdi við Arnfinn Bech, formann í Maskinmeistarafelagnum:

 

05072024_Arnfinn


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132
Mikudag 31. desember
Gott nýggjár 2025
202129
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854