Ivasamt um Le Pen fær avgjørdan meiriluta

Ivasamt um Le Pen fær avgjørdan meiriluta
289 tingsessir krevjast fyri at fáa avgjørdan meiriluta í franska tjóðartinginum, men kanningar geva flokkinum hjá Le Pen millum 200 og 240 sessir
Marine Le Penn í Rassemblement National væntar framvegis, at flokkurin fær avgjørdan meiriluta á valinum sunnudagin, men veljarakanningar siga nakað annað.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
05.07.2024 - 14:39

Hóast Rassemblement National fekk meir enn triðju hvørja atkvøðu í fyrra valumfarinum í Fraklandi farna sunnudag, so er ivasamt, um tað fer at eydnast flokkinum at fáa avgjørdan meiriluta í franska tjóðartinginum.

Seinna valumfarið verður nú sunnudagin, og sjálvt um Marine Le Pen, sum var forkvinna í flokkinum árini frá 2011 til 2021, væntar, at tað ber til hjá flokkinum at fáa avgjørdan meiriluta, so siga veljarakanningarnar nakað annað.

Flokkurin hevur gjørt greitt, at hann bara fer at skipa stjórn, um hann hevur ein avgjørdan meiriluta.

 

289 tingsessir krevjast

Fyri at fáa tað skal flokkurin hava í minsta lagi 289 av teimum 577 tingsessunum í franska tinginum.

Men danska kringvarpið skrivar, at seinastu meiningakanningarnar geva Rassemblement National millum 200 og 240 tingsessir - og haðani er langt upp á 289.

Kortini er Marine Le Pen bjartskygd upp undir seinna valumfarið sunnudagin.

"Til seinasta valið fyri tveimum árum síðan var spátt, at vit fóru í mesta lagi at fáa 46 tingsessir, men vit fingu 89. Mín kensla er, at alt hetta snýr seg um at fáa okkara veljarar at missa mótið. Men tíbetur kenni eg okkara veljarar," segði hon við miðilin CNews fyrr í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
RagnarRokk 17.september 2026
212882
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Brett Ditgen um A Heavy Quiet
212879
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Roland Grapow um Metalmorphosis
212880
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232