Ráðharrar halda ikki framløgufreistina í fólkatinginum

Ráðharrar halda ikki framløgufreistina í fólkatinginum
Søren Gade, formaður í fólkatinginum, hevur skrivað til Mette Frederiksen, forsætisráðharra, og biðið stjórnina taka annað skinn um bak
Fólkatingið hevur fyri stuttum broytt tingskipanina, so nú skulu minst 40 dagar vera millum framløgu og triðju viðgerð.
 
08.07.2024 - 08:32

Tað er ikki bara í Føroyum, at nógv lógaruppskot koma í síðstu løtu ella eftir, at framløgufreistin er farin.

Hetta hendir eisini í fólkatinginum.

Har er framløgufreistin 1. apríl.

Í fólkatingssetuni 2023-2024 kom stjórnin við 188 lógaruppskotum.

42 teirra, 22,3 prosent, komu eftir 1. april. Tey flestu komu seint í apríl.

 

Søren Gade er formaður í fólkatinginum. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Ráðharrar siga einki um orsøkina

Í helvtini av teimum førunum, har lógaruppskot eru komin eftir 1. apríl, hava ráðharrarnir ikki sagt nakað um, hví uppskotið kemur so seint.

Tað eiga teir at gera. Og teir eiga eisini at siga, um teir vilja hava uppskotið avgreitt í verandi tingsetu.

Søren Gade, fólkatingsformaður, hevur skrivað til Mette Frederiksen, forsætisráðharra, og biðið stjórnina taka annað skinn um bak.

Fólkatingið hevur fyri stuttum broytt tingskipanina, so nú skulu minst 40 dagar vera millum framløgu og triðju viðgerð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763