Fólkatingskvinna: Rasisma móti grønlendingum verður ikki raðfest

Fólkatingskvinna: Rasisma móti grønlendingum verður ikki raðfest
Upprunaliga skuldi virkisætlanin verið kunngjørd í 2023, men hon er framvegis ikki komin
Aaja Chemnitz, fólkatingskvinna, eftirlýsir virkisætlan móti rasismu móti grønlendingum í Danmark.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
11.07.2024 - 09:07

- At ein donsk virkisætlan ímóti rasismu framvegis er seinkað, vísir bara, at rasisma ímóti grønlendingum í Danmark ikki verður raðfest.

Tað sigur grønlendska fólkatingskvinnan, Aaja Chemnitz, við grønlendska kringvarpið, KNR.

Afturi í januar í 2022 gjørdi ein politiskur meiriluti í Danmark avtalu um hesa virkisætlan, ið bæði skuldi útgreina, hvussu stór rasisman ímóti grønlendingum er í Danmark, og hvussu hon kundi niðurberjast við nýggjum átøkum.

Upprunaliga skuldi virkisætlanin verið kunngjørd í 2023, men hon er framvegis ikki komin.

- Nógvar kanningar vísa, at grønlendingar í Danmark uppliva mismun og rasismu, bæði sosialt og á arbeiðsmarknaðinum, so tað hevur týdning, at danski staturin tekur hetta í álvara, sigur Aaja Chemnitz.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166