Heimsins fólkatal toppar í 2080'unum

Heimsins fólkatal toppar í 2080'unum
Sambært frágreiðing hjá ST fara 10,3 milliardir fólk at búgva á jørðini um 60 ár, men so fer fólkatalið at minka aftur
Fólkatalið í heiminum fer at toppa miðskeiðis í 2080'unum
 
13.07.2024 - 09:57

Gitnaðarførið í nøkrum av heimsins størstu londum, til dømis Kina, minkar. Og tað fer at hava við sær, at fólkatalið í heiminum fyrst fer at vaksa, og síðani at minka aftur.

Miðskeiðis í 2080'unum fara 10,3 milliardir fólk at búgva á jørðini, men so fer heimsins fólkatal at minka aftur, og áðrenn 2100 er tað komið niður á 10,2 milliardir.

Tað vísir ein nýggj frágreiðing, sum ST gav út hósdagin.

Ein grund til, at fólkatalið toppar og síðani verður minni aftur, er, at fertilitetstalið ella gitnaðarførið í nøkrum av heimsins størstu londum, til dømis Kina, minkar.

Tølini í nýggju frágreiðingini eru 700 milliónir fólk færri enn í eini líknandi frágreiðing frá 2013, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Hósdag 15. januar
RagnarRokk: Robby Thomas Walsh um Banned
201515
Hósdag 15. januar
EM 26 tíðindi - 15 jan 2026
202745
Hósdag 15. januar
Nýtt ljóð
202744
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571