Kallas farin frá sum forsætisráðharri - skal vera uttanríkisleiðari í ES

Kallas farin frá sum forsætisráðharri - skal vera uttanríkisleiðari í ES
Estiski forsætisráðharrin verður kortini sitandi, til avloysari er funnin, og nýggj stjórn er skipað
Kaja Kallas er í uppskoti at gerast uttanríkisleiðari í ES.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
15.07.2024 - 11:52

Estiski forsætisráðharrin, Kaja Kallas, leggur frá sær.

Tað hevur hon boðað forsetanum í Estlandi, Alar Karis, frá í dag.

Orsøkin er, at Kaja Kallas er skotin upp til starvið sum uttanríkisleiðari í ES-samveldinum.

Tað skrivar estiski miðilin ERR, sambært Ritzau.

Tó verður Kaja Kallas verandi forsætisráðharri, til avloysari er funnin, og nýggj stjórn er skipað.

 

Funnist at Russlandi

Meðan Kaja Kallas hevur sitið í starvinum sum forsætisráðharri í Estlandi, hevur hon verið sera atfinningarsom móti grannalandinum Russlandi og Vladimir Putin, eftir at russar lupu á Ukraina í februar 2023.

Hon hevur úttalað seg so bersøgið til altjóða miðlar, at fyrr í ár boðaðu russar frá, at Kaja Kallas er eftirlýst í Russlandi fyri fíggindaligan hugburð. 

Politiskt hevur liberala stjórnin hjá Kaju Kallas gjørt nógv fyri at varpa ljós á søguna hjá Estlandi sum fyrrverandi sovjetland. Í hennara uppgerð móti Russlandi, hevur hon millum annað staðið á odda fyri at taka gamlar standmyndir frá sovjettíðini niður. 

Áðrenn Kaja Kallas kann byrja í starvinum sum uttanríkisleiðari í Evropasamveldinum, skal ES-tingið atkvøða um hetta. Væntandi verður atkvøðugreiðslan seinni í hesum mánaðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527