Meginparturin av yvirmonnunum skal hoyra heima í Grønlandi

Meginparturin av yvirmonnunum skal hoyra heima í Grønlandi
Framvegis eru ikki nóg nógvir útbúnir yvirmenn í Grønlandi, og tí verður neyðugt við skiftistíð, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum
Í dag verður kravt, at 60 prosent av yvirmonnunum á grønlendskum trolarum skulu hoyra heima í Grønlandi. Nú er ætlanin, at talið skal vera 90 prosent.
Mynd: Royal Greenland  
 
16.07.2024 - 09:35

Frameftir er ætlanin, at 90 prosent av yvirmonnunum á grønlendskum trolarum skulu vera heimahoyrandi í Grønlandi.

Í dag er tað krav, at 60 prosent av yvirmonnum við grønlendskum trolarum er lokal heimahoyrandi arbeiðsmegi - tað vil siga, at 60 prosent av yvirmonnunum skulu hava verið skrásettir í grønlendska fólkayvirlitinum og verið skattskyldugir í Grønlandi í minsta lagi seinastu tvey árini, áðrenn teir kunnu fáa hýru við grønlendskum trolarum.

Men ætlanir eru um at broyta hetta, soleiðis at frameftir skulu 90 prosent av yvirmonnunum vera heimahoyrandi í Grønlandi.

 

Lógaruppskot til hoyringar

Sermitsiaq skrivar, at eitt nýtt lógaruppskot um hetta fer í hesum mánaðinum til hoyringar í Grønlandi, men grønlendski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Kim Kielsen, sigur í svari uppá fyrispurning frá tingliminum, Hans Enoksen, at neyðugt verður við eini hóskandi skiftistíð, um hetta skal gerast veruleiki.

Kim Kielsen vísir millum annað á, at tað framvegis er ein trupulleiki, at tað ikki eru nóg nógvir útbúnir yvirmenn í Grønlandi til at nøkta tørvin hjá fiskiflotanum. Tí hevur grønlendska landsstýrið eisini raðfest at fáa fleiri grønlendingar at útbúgva seg sum yvirmenn, samstundis sum verandi aspirant-skipanir hjá reiðaríunum hava riggað væl. Kortini hevur tað eisini verið torførtt at fáa nóg nógv fólk at melda seg til hesar skipanir.

 

Kim Kielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum í Grønlandi. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Føroyingar skrásettir í Grønlandi

Nógvir føroyingar sigla sum yvirmenn í Grønlandi. Felags fyri nógvar av teimum er tó, at teir eru skrásettir í Grønlandi og telja tí sum lokal arbeiðsmegi, heimahoyrandi í Grønlandi. Tí verður ikki roknað við, at nýggja kravið um 90 prosent fer at ávirka føroysku yvirmenninar nakað serligt, um tað yvirhøvur verður samtykt.

 

Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og navigatørfelagnum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tí uppskotið, sum nú er farið til hoyringar, hevur møtt stórari mótstøðu frá eitt nú reiðaríunum, sum seinastu árini hava gjørt stórar íløgur í at endurnýggja grønlendska flotan.

Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og navigatørfelagnum, sigur við Kringvarpið, at felagið bert hevur nakrar hvílandi limir, sum sigla sum yvirmenn í Grønlandi, men at Skipara- og Navigatørfelagið einki hevur við teirra sáttmálar at gera.

"Teir eru reiðarí-ansettir," sum hann tekur til. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610