Andorra - Føroyar: Nýggj kvinna í málinum

Andorra - Føroyar: Nýggj kvinna í málinum
Óluva Allansdóttir Joensen avloysir Valborg Østerø í málinum, og í verjuni kemur Durita Hummeland inn í staðin fyri Leu Lisberg. Kringvarpið stroymir dystin
Landsliðsvenjarin, Signe Pries Andersen, og málskjúttin ímóti Montenegro, Heidi Sevdal, til venjing í Andorra
Mynd: Jakoba Svensdóttir / FSF  
 
16.07.2024 - 16:58

Óluva Allansdóttir Joensen og Durita Hummeland eru nýggjar í uppstillingini hjá føroyska fótbóltslandsliðnum við kvinnum, sum spælir ímóti Andorra um slakan tíma.

Málverjin í sigrinum á Montenegro, Valborg Østerø, og vongbakkurin, Lea Lisberg, fara út á beinkin. Annars er liðið til seinasta undankappingardystin í hesum umfarinum hitt sama, sum spældi á Tórsvølli fríggjadagin.

Óluva Allansdóttir Joensen verður í mál, og verjuna manna Jensa Tórolvsdóttir, Tórunn Joensen, Birita Ryan, Sunniva Willemoes og Durita Hummeland. Á miðvøllinum frá byrjan vera Eyðvør Klakstein, Sanna Svarvadal, Ásla Johannesen og Fridrikka Clementsen, og í álopinum verður Heidi Sevdal.

Á bonkinum sita Valborg Østerø, Malena Olsen, Rebekka Benbakoura, Julia Naomi Mortensen, Mona Rasmusdóttir, Anna Carolina Brændstrup, Tóra Mohr, Petra Hoydal, Anna Katrina Mikkelsen, Rúna Jacobsen og Lea Lisberg.

Undan síðsta umfari í bólkinum er Grikkaland fremst við 13 stigum. Montenegro hevur 10 stig, síðani koma Føroyar á 3. plássi við seks stigum, og aftast er Andorra, ið framvegis hevur fyrsta stigið til góðar.

STROYMING: Dysturin ímóti Andorra kann stroymast her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977