Eftirlønarskyldan hjá landinum er góðar fýra milliardir

Eftirlønarskyldan hjá landinum er góðar fýra milliardir
Í 2022 vóru 1.142 tænastufólk í starvi, og 2.886 tænastufólk fingu eftirløn
Eftirlønarskyldan verður roknað triðja hvørt ár, so hon verður roknað aftur fyri 2025. (Savnsmynd)
 
17.07.2024 - 08:22

Tað hevði kostað landskassanum fýra milliardir og 163 milliónir krónur, um hann skuldi keypt seg leysan frá øllum eftirlønarskyldum í 2022.

Eftirlønarskyldan verður roknað triðja hvørt ár, so hon verður roknað aftur fyri 2025.

Í 2019 var eftirlønarskyldan seks milliardir og 145.000 milliónir.

Síðani er rentan hækkað, og færri tænastufólk eru nú. Tí er skyldan minni nú.

 

Danir eiga 289 milliónir

Danskir myndugleikar eiga ein part av tí, sum tænastufólk eiga í eftirløn.

Í 2022 var tann skyldan 289 milliónir krónur. 

Í 2022 vóru 1.142 tænastufólk í starvi, og 2.886 tænastufólk fingu eftirløn.

Eftirlønarskyldan umfataði eisini 133 landsstýrisfólk og 292 løgtingsfólk í 2022.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044