Russland og Ukraina býta um krígsfangar

Russland og Ukraina býta um krígsfangar
Fangabýtið kemur í kjalarvørrinum á eini avtalu, sum Sameindu arabisku emiratini hava fingið í lag
Kríggið millum Russland og Ukraina hevur nú vart í hálvt triðja ár. (Savnsmynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
 
17.07.2024 - 08:31

Russland og Ukraina ætla at býta um krígsfangar í dag.

Talan er um 90 fangar, skrivar Bloomberg, og vísir til eitt fólk, sum veit um málið.

Fangabýtið kemur í kjalarvørrinum á eini avtalu, sum Sameindu arabisku emiratini hava fingið í lag.

Reuters, sum endurgevur Bloomberg, hevur ikki fingið óhefta váttan um upplýsingarnar og hevur heldur ikki fingið svar frá russiskum og ukrainskum umboðum.

Í síðstu viku skrivaðu ukrainskir miðlar, at mannarættindakommisserurin í landinum, Dmytro Lubinets, sigur, at stjórnin, við hjálp frá Emiratunum, fyrireikaði størri fangabýti um stutta tíð.

Fá fangabýti hava verið millum londini bæði í krígnum, nú skjótt hálvt triðja ár er liðið, síðani Russland leyp á Ukraina.

Seinasta býtið var í juni. 

Eisini tá skipaðu Emiratini fyri, og Russland og Ukraina útflýggjaðu tá 90 krígsfangar hvør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018