Javni letur løgtingsvalevnum sleppa framat – eisini forkvinnuni í farloyvi

Javni letur løgtingsvalevnum sleppa framat – eisini forkvinnuni í farloyvi
Virkandi forkvinna vísir til, at allir flokkar hava fingið sama møguleika, hóast spurningar eru um samsvar við viðtøkurnar
 
23.03.2026 - 19:23

Í viðtøkunum hjá Javna stendur í paragraf 3, at felagið er ein mannarættindafelagsskapur, sum er óheftur av øllum partapolitiskum virksemi.

Kortini hevur Javni lagt videokvøður frá valevnum út á sosialar miðlar, harímillum eina videokvøðu frá Helenu Jørmundsson, sum sjálv er forkvinna í nevndini í Javna, men í løtuni er farin í farloyvi.

Elisabeth Maria Rasmussen, virkandi forkvinnan sigur, at hetta ikki er ein trupulleiki, og vísir á, at allir flokkar hava fingið møguleikan at senda videokvøður, sum Javni hevur lagt út, eftir at tveir pallborðsfundir vórðu avlýstir, tí ov lítil undirtøka var fyri fundunum.

Sambært virkandi forkvinnu hava allir flokkar – uttan Sjálvstýri – tikið av møguleikanum, og hava sent eina videokvøðu, og tí er talan ikki um politiskan stuðul til einstakar flokkar.

Hon leggur afturat, at Helena Jørmundsson hevur stóran kunnleika til málsøkið og tí gevur tað meining, at hon eisini kemur til orðanna.

Kortini reisir spurningurin seg, um tað er í samsvari við viðtøkurnar Javna, tá eitt politiskt valevni fær pall á miðlum hjá einum felagsskapi, sum sigur seg vera óheftur av partapolitikki.

Hoyr tíðindainnslag her:

Javni_innslag_kl_18

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938