Mark Rutte: Hormuz letur uppaftur

Mark Rutte: Hormuz letur uppaftur
Nato-aðalskrivarin sigur seg vera sannførdan um, at sundið, sum ein fimtingur av heimsins olju verður fluttur ígjøgnum, letur uppaftur
Mark Rutte, Nato-aðalskrivari.
Mynd: Jonathan Ernst/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
23.03.2026 - 07:55

Nato-leiðarin, Mark Rutte, sigur seg vera vísan í, at Hormuzsundið letur uppaftur

- Eg eri púra sannførdur um, at tað fer at bera til, segði Rutte í samrøðu við Fox News.

Meira enn 20 lond - meginparturin limir í NATO - hava avgjørt at hjálpa skipum at sigla trygt gjøgnum sundið, har umleið ein fimtingur av heimsins olju verður fluttur ígjøgnum. 

Síðani kríggið brast á í Iran, hava iranar í roynd og veru forðað fyri týdningarmikla sambandinum millum Persaflógvan og Indiska Havið, og tað hevur m.a. elvt til stóran prísvøkstur á olju. 

Eisini hava álop verið á fleiri sivil skip.

 

Standa saman

- Sameind í Evropa og samstarvsfelagar kring heimin hava nýtt seinastu vikurnar til at tryggja, at vit standa saman. Tey eru farin undir at leggja ætlanir fyri at síggja, hvat vit kunnu gera saman sum sameind og sum samstarvsfelagar hjá USA, sigur Rutte.

Skandinavisk lond eru millum tey, sum hava sagt seg vera sinnað at hjálpa. 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur áður sagt seg vera ørkymlaðan um tað, sum hann sær sum vantandi átøk frá NATO og øðrum londum. 

Rutte sigur, at tað snýr seg um, at londini ikki hava havt eins nógva tíð at meta um støðuna, meðan USA hevur lagt sínar atsóknir til rættis í fleiri mánaðir.

- Vit mugu finna útav, hvussu vit best kunnu gera hetta, segði hann í samrøðuni við Fox News.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817