Amerikanskir miðlar: Biden fer at taka seg aftur

Amerikanskir miðlar: Biden fer at taka seg aftur
Trýstið á forsetan um at taka seg aftur sum forsetavalevni veksur støðugt, serliga innanhýsis í demokratiska flokkinum
Joe Biden, forseti, er undir støðugum trýsti frá sínum floksfeløgum um at taka seg aftur sum demokratiskt forsetavalevni.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
19.07.2024 - 08:15

Amerikanskir miðlar siga nógvar søgur um, at Joe Biden ætlar at taka seg aftur sum forsetavalevni hjá demokratunum.

Fyri einari viku síðani segði Joe Biden, at bara Gud kundi fáa hann at taka seg aftur.

Men síðani hevur hann verið fyri stórum trýsti, serliga innanhýsis í demokratiska flokkinum.

Mikudagin bað ein navnframur demokratur, Adam Schiff, Joe Biden taka seg aftur.

Og blaðið New York TImes hevur skrivað nógv um, at demokratar vilja hava Joe Biden at taka seg aftur, og royna at trýsta hann til tað.

Demokratiski senatorurin úr Montana, Jon Tester, heitir nú á Joe Biden um ikki at stilla uppaftur.

- Hóast eg virði arbeiði hansara fyri land okkara, haldi eg ikki, Joe Biden eigur at stilla uppaftur sum forseti enn eitt skeið, sigur senatorurin sambært blaðnum Daily Montana.

Aðrir senatorar og limir í umboðsmannatinginum hava eisini heitt á Joe Biden um lata onkran annan stilla upp.

Trýstið hevur serliga verið, eftir at Joe Biden herfyri stóð seg sera illa móti Donald Trump í beinleiðis sjónvarpskjaki.

Og trýstið gjørdist ikki minni, tá tað í gjár var boðað frá, at Joe Biden hevur fingið koronu, og er farin í sóttarhald við hús í Delaware.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730