Kamala Harris fær dyggan stuðul

Kamala Harris fær dyggan stuðul
Enn er Kamala Harris tann einasta, sum hevur alment boðað frá, at hon bjóðar seg fram sum forsetavalevni hjá Demokratunum. Og fleiri av harðastu kappingarneytunum stuðla henni
Tað verður væntandi Kamala Harris, sum skal bjóða Donaldi Trump av í heyst
Mynd: Evelyn Hockstein/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
22.07.2024 - 06:35

Alt bendir á, at tað verður sitandi varaforsetin Kamala Harris, sum verður forsetavalevni hjá Demokratunum, nú Joe Biden hevur tikið seg aftur sum valevni.

Stutt eftir, at Joe Biden í gjárkvøldið okkara tíð boðaði frá, at hann ikki fer at stilla upp aftur til eitt skeið afturat, kom hann við enn eini fráboðan, har hann segði seg stuðla Kamalu Harris sum komandi forsetavalevni. Og stutt eftir tað boðaði Kamala Harris sjálv frá, at hon stillar upp til at gerast demokratiska valevnið á valinum 5. november.

Og Kamala Harris fær eisini dyggan stuðul frá sínum floksfeløgum. Sambært Reuters stuðla forfólkini hjá Demokratunum í øllum teimum 50 statunum Harris sum næsta forsetavalevni hjá flokkinum.

Fleiri av hinum, sum hava verið nevnd sum møgulig valevni, hava eisini longu gjørt greitt, at tey ikki ætla sær at stilla upp, men at tey stuðla Kamalu Harris. Millum hesi eru Gretchen Whitmer, Jared Polis, Josh Shapiro og Gavin Newsom. Tey eru øll guvernørar í ávikavist Michigan, Colorado, Pennsylvania og California.

 

Pengarnir floyma inn

Og Kamala Harris fær ikki bert stuðul frá sínum politisku floksfeløgum. Tí sambært amerikanskum miðlum eru nærum 60 milliónir dollarar, tað eru meir enn 400 milliónir krónur, komnar inn sum stuðul frá borgarum til Kamalu Harris, síðan Joe Biden tók seg aftur.

Mikudagin skal nevndin, sum ger av, hvussu valið av einum forsetavalevni fer fram, koma saman og umrøða støðuna. Endaliga avgerðin um, hvør verður forsetavalevni, verður tikin á flokstinginum, sum byrjar 19. august, men nevndin kann sálda valevni frá áðrenn tað, um hon metir tað vera rætt at gera tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juli
Morgunlestur mánadagur 22. juli 2024
177839
Sunnudag 21. juli
Guðstænasta send úr Fjósinum á G
178281
Leygardag 20. juli
Morgunlestur leygardagur 20. juli 2024
177838
Fríggjadag 19. juli
Morgunlestur fríggjadagur 19. juli 2024
177837
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juli
Veðrið
178247
Fríggjadag 19. juli
Óli Mittún og Eivør Pálsdóttir
178182
Týsdag 16. juli
Veðrið
178118
Mánadag 15. juli
Hin rusuti á Aconcagua (3:10)
177771
Leygardag 13. juli
Føroyar - Montenegro (2-1)
178016