Vakthavandi á politistøðini: "Lógin um burðadygga ferðavinnu er ov ógreið"

Vakthavandi á politistøðini: "Lógin um burðadygga ferðavinnu er ov ógreið"
Bóndin á Trøllanesi fekk onga hjálp frá løgregluni til at handhevja lógina um burðadygga ferðavinnu, tá hann ætlaði at steingja hagan fyri ferðafólki, tí hann skuldi á fjall
Tilvildarlig savnsmynd
 
26.07.2024 - 12:46

"Nýggja lógin um burðadygga ferðavinnu er ógreið, og tí kunnu vit einki gera."

Tað vóru boðini, sum Jóhannus Kallsgarð, bóndi á Trøllanesi, fekk frá vakthavandi, tá hann ringdi til løgregluna mánadagin 22. juli. 


Savnsmynd

 

Bóndin hevði, sum lógin tilskilar, stongt hagan, tí hann skuldi á fjall. Sambært grein 11 í lógini, so kann bóndin steingja hagan, um hann til dømis skal á fjall. 

Verður hetta ikki aktað, kann revsast við sekt ella fongsli.


Tilvildarlig savnsmynd
 

Men um middagsleitið hendan mánadagin kom eitt ferðalið við 14 útlendskum ferðafólkum í hagan hjá Johannusi Kallsgarð. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858