Nýtt samband: Skulu hava víðkaðar heimildir á uttanríkispolitiska økinum

Nýtt samband: Skulu hava víðkaðar heimildir á uttanríkispolitiska økinum
Sambandsflokkurin legði fyrrapartin sínar hugsanir fram um, hvussu føroyska sjálvstýrið skal skipast í framtíðini
Savnsmynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.07.2024 - 13:48

Føroyar skulu hava víðkaðar heimildir á uttanríkispolitiska økinum. Men grundlógin, gjaldoyrað, kongshúsið, rættarskipanin, politiið, ákæruvaldið og kriminalforsorgin skulu enn vera donsk málsøkir, meðan uttanríkispolitikkurin skal partvíst vera danskur.

Tað sigur Sambandsflokkurin, sum undir yvirskriftini "Nýtt samband - Eitt sjálvstýrandi land í ríkinum", bjóðaði til tíðindafund fyrrapartin.   

Sambandsflokkurin skjýtur upp, at uttanríkispolitiska rásarúmið verður víðkað og lagt í fastar karmar. 

Allur tíðindafundurin kann síggjast og hoyrast á Facebook-vanganum hjá Sambandsflokkinum. 

 

Tvær uttanríkispolitiskar súlur

Uttanríkispolitikkur skal liggja í tveimum súlum, sum skulu staðfestast við lóg, nevniligia ein, ið bert viðvíkir Føroyum, og ein sum er felags fyri alt ríkið.

Undir tí súluni, sum bert er fyri Føroyar, eru altjóða og millumtjóða felagsskapir, fiskiveiðuavtalur og handilsavtalur. Somuleiðis eiga vit at hava avgerðarrætt viðkjandi verjupolitiskum átøkum á okkara leiðum.

Í sambandi við víðkaðu heimildirnar á uttanríkispolitiska økinum, skal tingskipanin ella stýrisskipanin broytast. 

Bárður á Steig Nielsen er formaður í Sambandsflokkinum. 

 

1688340


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065