Miðallønin hjá fólkum í uppsjóvarvinnuni: 1.369.000 krónur

Miðallønin hjá fólkum í uppsjóvarvinnuni: 1.369.000 krónur
Hagstova Føroya hevur roknað miðalinntøkuna fyri hvønn persón í ávísum vinnum, og fólk í uppsjóvarvinnuni hava hægst miðalløn
Tilvildarlig mynd
Mynd: Savnsmynd  
 
05.08.2024 - 16:38

Árliga miðallønin per persón í uppsjóvarvinnuni í 2023 var 1.369.000 krónur.

Tað sæst millum annað á heimasíðuni hjá Hagstovuni, har tað nú ber til at gera lønartalvur fyri vinnugreinar. 

Sambært Hagstovuni eru tølini roknaði fyri inntøku fyri hvønn persón í einari ávísari vinnu. Tað vil siga, at tað er ikki neyðturviliga eitt fulltíðarstarv.

 

Tjena væl í Barentshavinum

Eisini umborð á Barentshavstrolarunum er lønin góð. Her var miðalinntøkan fyri hvønn persón 723.200 krónur í 2023. Hesin bólkurin eitur "Botnfiskaveiða, ið er virkað"

Hin parturin av botnfiskaflotanum - heimaflotin - hevði eina miðalinntøku upp á góðar 344.000 krónur árliga í 2023.

Eingin onnur vinnugrein enn uppsjóvarvinnan og Barentshavsflotin hava eina miðalársløn yvir 500.000, sambært hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni.

 

Lægst miðalløn í gistingar- og matstovuvinnuni

Miðallønin í framleiðsluvinnuni er 277.000 krónur. 

Lægsta miðalinntøkan finst í gistingar- og matstovuvinnuni. Hon var 160.000 krónur í 2023.

Tað, at miðalinntøkan fyri hvønn persón er lág, kann merkja at fólk í vinnugreinini arbeiða niðursetta tíð. Eitt nú er lønin í heilsu- og almannaverkinum 272.600 krónur í 2023.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763