Leiguíbúðir hjá Bústøðum í Fuglafirði kosta upp til 12.186 kr. um mánaðin

Leiguíbúðir hjá Bústøðum í Fuglafirði kosta upp til 12.186 kr. um mánaðin
Hjørdis Gaard Lailudóttir, virkandi stjóri í Bústøðum, sigur, at leigan á íbúðunum, sum eru millum 94 og 104 fermetrar, er sett út frá tí, sum bygningurin kostar at gera
Íbúðirnar á Toftanesvegur 11 í Fuglafirði
Mynd: Bústaðir  
 
12.08.2024 - 12:40

Millum 11.166 krónur og 12.186 krónur um mánaðin.

Tað er leigukostnaðurin fyri nýggju íbúðirnar á Toftanesvegi í Fuglafirði, sum eru millum 94 og 104 fermetrar til støddar, og sum Bústaðir bjóðaði út fríggjadagin. 

Hjørdis Gaard Lailudóttir, virkandi stjóri í Bústøðum, sigur, at leigan er sett út frá tí, sum bygningurin kostar at gera.

 

1690063

 

Fyrr í ár bjóðaðu Bústaðir nýggjar íbúðir út í Streymnesi fyri ein líknandi prís sum tann í Fuglafirði. Tá var eingin áhugi fyri íbúðunum, so Bústaðir noyddust at lækka leiguna við umleið 1.000 krónum um mánaðin.

Tað verður ikki neyðugt at lækka leigukostnaðin fyri nýggju íbúðirnar á Toftanesvegi í Fuglafirði, væntar virkandi stjóri í Bústøðum, tí áhugin hevur verið rættiliga stórur, síðan íbúðirnar vórðu bjóðaðar út fríggjadagin. 

Samlaði kostnaðurin at byggja tær 18 íbúðirnar á Toftanesvegi er 42 milliónir krónur. Fermetrakostnaðurin er 23.529 krónur uttan mvg.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. februar
Við Tórði á túri á Setrinum (2:3)
203955
Mánadag 9. februar
Norðurljóð 9.februar 2026 "Dina Ögon"
203303
Mánadag 9. februar
Buongiorno dall´Italia
203938
Mánadag 9. februar
Morgunlestur mánadagur 9.februar 2026
203856
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864