Ferðslan til og úr Mykinesi í summar nógv tarnað av vánaligum veðri

Ferðslan til og úr Mykinesi í summar nógv tarnað av vánaligum veðri
Bara í juli avlýsti Jósup níggju túrar, og tað er meira enn vanligt, sigur Tummas Henriksen, sum røkir farleiðina fyri Strandferðsluna:
Vánaliga veðrið hevur tarnað siglingini hjá Jósupi á Mykinesarleiðini
Mynd: Savnsmynd  
 
13.08.2024 - 12:39

Aftur í dag er neyðugt at avlýsa siglingina til og úr Mykinesi, og túrarnir hjá Jósupi úr Sørvági í morgun og nú eftir døgurða eru eisini avlýstir fyri veður. 

Yvirhøvur hevur ferðslan til og úr Mykinesi í summar verið nógv tarnað av vánaligum veðri í summar, sigur Tummas Henriksen, stjóri í smápartafelagnum Mykines, sum røkir farleiðina fyri Strandferðsluna við ferðafólkabátinum Jósupi. 

"Bara í juli vóru níggju túrar avlýstir, so tá vóru tað umleið 1.400 fólk, sum ikki sluppu út til Mykinesar. Einu ferðina mátti tyrlan eftir fólki, sum ikki sluppu inn aftur við bátinum."

Tummas Henriksen leggur afturat, at útlitini fyri sigling til Mykinesar restina av vikuni eru ikki góð. 

 

INNSLAG_Tummas_Henriksen_um_Mykinesleidina

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858