Gasa: Friðarsamráðingarnar ganga væl

Gasa: Friðarsamráðingarnar ganga væl
Samráðingar seinastu dagarnar um frið í Gaza hava gingið væl, skrivar amerikanski forsetin, Joe Biden, á sosiala miðlinum X
Savn
 
18.08.2024 - 10:46

Ein roynd at fáa Hamas og Ísrael at gera friðaravtalu hevur verið í høvuðsstaðnum í Katar, Doha, í tveir dagar. 

Tað eru USA, Egyptaland og Katar, sum hava sitið við borðið.

Í gjárskvøldið skrivaði amerikanski forsetin, Joe Biden á X, at samráðingarnar seinastu 48 tímarnar hava snúð seg um vápnahvíld og leyslating av gíslum og fangum, og at samráðingarnar hava verið uppbyggiligar.

Ætlanin er at hittast aftur í næstu viku í Kairo, við tí í hyggju at gera eina friðaravtalu, sum byggir á tað, sum er avtalað nú. 

Stríðið millum Ísrael og Hamas hevur varðað síðani 7. oktober í fjør, tá Hamas leyp á Ísrael við rakettum og drap minst 1.400 fólk og tók umleið 240 gíslar.

Talið av deyðum í Gasa síðan 7. oktober í fjør er farið upp um 40.000, siga palestinsku heilsumyndugleikarnir, sum eru stýrdir av Hamas.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166