Toskakvotan á Flemish Kap minkar 180 tons næsta ár

Toskakvotan á Flemish Kap minkar 180 tons næsta ár
Føroysk skip sleppa at fiska 2.437 tons í 2025
Klakkur er eitt av frystilínuskipunum, sum roynir á Flemish Kap.
 
20.08.2024 - 08:38

Føroyska toskakvotan á Flemish Kap verður 180 tons minni næsta ár, enn hon er í ár.

NAFO mælir til, at heildarkvotan minkar.

Føroyar eiga 22,35 prosent av heildarkvotuni. Føroyska kvotan verður 2.437 tons næsta ár.

 

655 tons eftir

Nú eru 655 tons eftir av toskakvotuni á Flemish Kap í ár.

Umframt 2.617 tons av toski sleppa føroysk skip at fiska 193 tons av svartkalva og 69 tons av kongafiski á Flemish Kap í ár.

Einki føroyskt skip er á Flemish Kap í løtuni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Útiguðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424