Stórur munur á útreiðslunum hjá Almannaverkinum til vørur og tænastur

Stórur munur á útreiðslunum hjá Almannaverkinum til vørur og tænastur
Høvuðsorsøkin er lønarvøkstur, prístalsvøkstur og øking í tilboðstalinum, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum
Í fjør fóru útreiðslurnar hjá Almannaverkinum til fyrisiting niður í 24,4 mió. kr. Men útinnandi virksemið kostaði 516,6 milliónir krónur í fjør.
 
21.08.2024 - 11:06

Stórur munur er á útreiðslunum hjá Almannaverkinum til at keypa vørur og tænastur, serliga millum 2019 og 2023. 

Sambært roknskapartølunum er stórur vøkstur í útreiðslunum. 

Høvuðsorsøkin er lønarvøkstur, prístalsvøkstur og øking í tilboðstalinum.

Harafturat eigur korona sín lut í útreiðsluvøkstrinum. 

Størsti vøksturin er, tá tænastur vera keyptar til stovnsuppihald í Danmark.  

Her er talan um nakrar serligar fyriskipanir, sum eru sera kostnaðarmiklar.

 

Sirið svarar Johan

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í svari til Johan Dahl, løgtingsmann, sum spurdi um fyrisitingarútreiðslur á almannaøkinum.

Í 2015 vóru brúktar slakar 22 milliónir til fyrisiting og 296,3 mió. kr. til útinnandi virkisøkið.

Í 2019 fóru 27,4 milliónir til fyrisiting og 398,6 milliónir til útinnandi virkisøkið.

Men í 2023 fóru útreiðslurnar til fyrisiting niður í 24,4 mió. kr.

Men útinnandi virksemið kostaði 516,6 milliónir krónur í fjør.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770