Fegnir føroyameistarar í Hoydølum

Fegnir føroyameistarar í Hoydølum
Jóannes Poulsen, Helena við Misá og Bárður Magnusson fóru heim aftur úr Hoydølum við gulli um hálsin eftir FM-kappingina í uttandura bogaskjóting um vikuskiftið
27.08.2024 - 10:00

Tríggir føroyameistarar í bogaskjóting vórðu funnir, tá skotið var í Hoydølum í Havn um vikuskiftið. Allir vinnararnir 

Finalan ímillum vinmenninar Jóannes Poulsen og Nikkel Petersen úr Ørvi var rættiliga spennandi, tí bert trý stig vóru á muni, tá tríggir teir síðstu pílarnir skuldu skjótast.

 - Sjálvandi byrjar mann so við tveimum heldur keðiligum pílum, tveimum níggjarum, og uttan at síggja, hvat hann hevur skotið, so merki eg á Nikkel, at hann hevur skotið tveir tíggjarar, greiddi Jóannes Poulsen frá.

 - Tá veit mann, at bara eitt stig er á muni, men eg klári so at fáa síðsta pílin í tíggju, meðan hann rakar níggju, so tað verða tvey stig á muni.

Jóannes Poulsen vann finaluna 142-140.

 

Helena vann á Rakul

Helena við Misá úr Ørvi vann kappingina í compound ímóti Rakul Dam úr Tambum. Úrslitið var 114 - 109. Helena við Misá hevur róð í ár, men næsta ár verða Oyggjaleikir í Orknoyggjum, og í 2027 eru Føroyar vertir, og tað ætlar hon at satsa upp á.

 - Eg fari at royna mítt. Í ár tók eg støðu til at rógva, men komandi ár ætli eg mær at skjóta og venja nógv, sigur Helena við Misá.

Í recurve vann Bárður Magnusson úr Vágaskoti finaluna ímóti Michael Feldballe úr Tambum. 

Tað varð skotið úr 70 metrum í settum, og tvey stig verða givin fyri hvørt vunnið sett. Bárður Magnusson vann fyrsta settið, síðan javnaði Michael Feldballe, áðrenn Bárður Magnusson vann tvey á rað og vann finaluna 6-2.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
179705
Mánadag 26. august
Hin rusuti á Aconcagua (9:10)
177961
Fríggjadag 23. august
Veðrið
179582
Fríggjadag 23. august
Dagur & vika - teknmálstulkað
179571
Hósdag 22. august
UEFA Conference league: KÍ - HJK Helsinki
179547