Livar bíðar eftir at verða avhoyrdur

Livar bíðar eftir at verða avhoyrdur
Livar Nysted býr í løtuni saman við hinum fýra bjargaðu á Quality Hotel á Florø. Tá hann er avhoyrdur av løgregluni, ætlar hann sær til Føroya
Livar Nysted uttan fyri gistingarhúsið, har hann í løtuni býr
Mynd: Gestur J. Lómstein  
 
28.08.2024 - 15:49

Sorg og skelkur merkir støðuna í løtuni, og myndugleikarnir her á staðnum veita sálarligan og annan stuðul. Men eisini skulu tey øll avhoyrast av løgregluni í sambandi við málið, tá Naddoddur holvdist í gjárkvøldið, og unga meksikanska kvinnan, sum var búsitandi í Florida, læt lív.

Vit frá Kringvarpinum eru í løtuni saman við Livari Nysted. Hann hevur tað eftir umstøðunum gott, men er merktur av sorg og skelki frá ógvusliga tilburðinum. Tí vil Livar enn ikki tosa alment um tilburðin, og hann heitir inniliga á fólk um at virða, at bæði hann og familja hansara í løtuni eru í einari svárari støðu, har tey hava brúk fyri friði.

Tá Livar Nysted er avhoyrdur av løgregluni og hevur fingið nøkur praktisk viðurskifti upp á pláss, ætlar hann sær heim til familjuna, sum bíðar í Føroyum.

LIVAR NYSTED HEVUR GÓÐKENT HESA GREININA

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542