Jákup á Borg gevst í B68 - formaðurin farin frá

Jákup á Borg gevst í B68 - formaðurin farin frá
Jákup á Borg gevst sum venjari í B68 eftir hetta kappingarárið, tí tað er ov ófriðaligt í felagnum, sum skal hava nýggja leiðslu í næstum
Gleðin var stór í 2022, tá B68 við sigri á NSí varðveitti plássið í deildini og sendi grannarnar niður í 1. deild
Mynd: savnsmynd  
 
29.08.2024 - 14:50

Jákup á Borg gevst sum høvuðsvenjari í B68, tá kappingarárið er av. Tað er ov ófriðaligt í felagnum, sigur venjarin við frihedsbrevet.fo.

 - Eg skrivaði undir í trý ár, tí eg helt veruliga, at tað var nakað at byggja víðari á. Men eg tími ikki hetta órógvið rundan um B68, so tí havi eg boðað frá, at eg verið bara árið út, sigur Jákup á Borg við Frihedsbrevet.

Tað hevur verið óvissa um fíggjarligu viðurskiftini í felagnum á Toftum seinastu árini. Millum annað hevði felagið eitt stórt undirskot upp á 800.000 krónur í 2022. Stuðulsavtala var gjørd við litaviska felagið, MB Ibeta, sama ár, men tær 400.000 krónurnar, sum B68 skuldi fáa frá litavska felagnum komu ongantíð, siga keldur við frihedsbrevet.

Høgni Petersen gjørdist formaður í B68 í fjør. Hann er eisini stjóri í felagnum Skákinum, sum stendur fyri stórari íbúðarætlan á Toftum í samstarvið við júst MB Ibeta. Í grein mánadagin skrivaði Frihedsbrevet, at verkætlanin tykist vera steðgað upp, og sama dag fór Høgni Petersen frá sum formaður í B68.

Felagið skal tí velja nýggjan formann og nevnd á aðalfundinum, sum eftir ætlan skal vera 11. september. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. august
Morgunlestur leygardagur 16. august 2025
195379
Fríggjadag 15. august
Vikuskiftið 15 august 2025
195641
Fríggjadag 15. august
Súrligt summar: Fýra summarhitt
195637
Fríggjadag 15. august
RagnarRokk: Chantel McGregor um The Healing
194175
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. august
$elfie
195650
Fríggjadag 15. august
Veðrið
195642
Mikudag 13. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
195526
Týsdag 12. august
Veðrið
195508
Fríggjadag 8. august
Veðrið - teknmálstulkað
195406