Búskaparráðið: Neyðugt at gera nýskipanir í almenna geiranum

Búskaparráðið: Neyðugt at gera nýskipanir í almenna geiranum
Ráðið mælir til fíggjarpolitiskt regluverk, og tað er umráðandi, at kommunurnar eisini vera við í regluverkinum
Nýggja Búskaparráðið var valt í mai.
 
02.09.2024 - 10:02

Búskapurin er framvegis undir trýsti.

Tað er boðskaðurin í heystfrágreiðingini hjá Búskaðarráðnum.  

Neyðugt er, at politiska skipanin fer undir nýskipanir í almenna geiranum, sigur Búskaparráðið.

Millum annað at endurskoða, hvussu eldraøkið verður fíggjað. 

Eldraøkið er hjá kommununum.

Tí hevði verið skilagott, um landspolitisku myndugleikarnir endurskoðaðu økið. 

Ivasamt er, um allar kommunur klára at lyfta eldraøkið, sigur Búskaparráðið.

 

Johnny í Grótinum er formaður í Búskaparráðnum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Taka fiskavirkisskipanina av

Búskaparráðið heldur, at politikarar eiga at gera broytingar og nýskipanir, sum gera arbeiðsútboðið størri. 

Ein háttur at gera tað er at avtaka fiskavirkisskipanina, tí hon skeiklar arbeiðsmarknaðin.

Hon ger, at fólk ikki skunda sær til onnur øki, sum hava brúk fyri arbeiðsmegi.

 

Regluverk

Búskaparráðið mælir politisku skipanini til at koma við einum fíggjarpolitiskum regluverki. 

Tað skal tryggja, at tamarhald fæst á útreiðsluvøkstrinum.  Og tað er umráðandi, at kommunurnar eru við í regluverkinum, sigur Búskaparráðið. 

Ein háttur at økja um arbeiðsútboðið er at hækka pensjónsaldurin.

Og arbeiðsvikan skal ikki styttast, fyrr enn nærri er greinað, hvussu tað ávirkar arbeiðsútboðið.

Búskaparráðið hevur ikki eitt orð um Suðuroyartunnilin í heystfrágreiðing sínari.


(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Lesið frágreiðingina her. 

 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum á middegi, tá Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum verður í útvarpsstovuni. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392