Landbúnaður og orkuframleiðsla kunnu vera grannar

Landbúnaður og orkuframleiðsla kunnu vera grannar
Tað er niðurstøðan hjá býráðnum í Nes kommunu
Nes kommuna.
 
05.09.2024 - 06:08

Landbúnaður og orkuframleiðsla kunnu saktans vera í sama øki.

Tað er niðurstøðan hjá býráðnum í Nes kommunu.

Upprunaliga ætlaði kommunan at broya byggisamtyktina fyri ein matrikul Yviri í Nev.

Hann er, sambært byggisamtyktini, landbúnaðarøki.

Kommunan ætlaði at broyta hann til øki, sum loyvir elframleiðslu. 

Búnaðarstovan mótmælti.

Búnaðarstovan heldur, at økið er serliga væl egnað til landbúnað. 

Festararnir á matriklinum greiddu býráðnum frá, at landbúnaður og orkuframleiðsla noyðast als ikki at útiloka 
hvør øðrum. 

Endin gjørdist, at økið er nú lagt av til bæði landbúnað og bygningar til orkuframleiðslu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952