Vil hava at vita, um løgmaður framvegis ætlar at skerja ríkisveitingina

Vil hava at vita, um løgmaður framvegis ætlar at skerja ríkisveitingina
Bárður á Steig Nielsen vísir í fyrispurningi til løgmann á, at sambært Búskaparráðnum er búskapurin undir trýsti, og neyðugt er við tiltøkum
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.09.2024 - 14:46

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, vil nú hava at vita frá løgmanni, um hann ætlar at halda fast við at skerja ríkisveitingina, hóast búskaparstøðan er broytt.

Bárður á Steig Nielsen sigur í viðmerkingum til grein 52-fyrispurningin til Aksel V. Johannesen, at frágreiðingin hjá Búskaparráðnum staðfestir, at búskapurin er undir trýsti, og at neyðugt er við tiltøkum bæði á inntøku- og útreiðslusíðuni.

Búskaparráðið hevur víst á, at stóri vøksturin í búskapinum er minkaður munandi, úr 10 prosentum niður í trý prosent, samstundis sum prístalið hevur verið munandi hægri.

Tað kundi bent á, at vøksturin í búskapinum ikki longur er positivur, sigur Bárður á Steig Nielsen.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

Les allan fyrispurningin her.

 

Harður lútur

Hann vísir á, at í samgonguskjalinum er ásett, at broytist búskaparstøðan munandi, skal ætlanin um at skerja ríkisveitingina endurskoðast.

Nú búskaparútlitini eru broytt munandi, og harður lútur má til at fáa javnvág á landsins fíggjarlóg, kundi væntast at øgmaður tók um endan og kravdi, at ongar inntøkur skulu skerjast, tí tað rakar vælferðina í Føroyum, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Hann spyr tí Aksel V. Johannesen, um hann ætlar at halda fast við at skerja ríkisveitingina. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329