Vikukjakið: Dýrt, skil og munnin ov fullan

Vikukjakið: Dýrt, skil og munnin ov fullan
Jóannes Patursson, Cecilia Nolsøe Sørensen og Malan Óladóttir á Dunga tóku saman um vikuna
 
07.09.2024 - 12:53

Ein nevnd úr heimastýrislógini skal nú taka støðu til sjálvstøðugan, føroyskan limaskap í WTO. Men snýr málið seg bert um handilspolitikk, ella er hetta eisini fullveldispolitikkur ballaður inn í jura?

Gerandisdagurin hjá skúlabørnum er byrjaður aftur - við matpakkum, skúlatingum, frítíðarítrivum og avtalum. Men tað eru ikki bert foreldur, ið hava úr at gera. Tað hava lærararnir eisini, og onkuntíð í so nógv, heldur Torfinn Højgaard, fyrrverandi lærari. Áleggja foreldur skúlanum ov nógvar uppgávur, sum foreldrini eiga at taka sær av? 

Enn ein døpur Búskaparfrágreiðing er løgd fram. Búskaparráðið roknar við, at hallið á fíggjarlógini verður 560 milliónir krónur í ár og 480 milliónir næsta ár. Verður úrslitið fyri 2023, 400 milliónir í halli, tikið við, nærkast hallið á hálvari aðru milliard krónur. Hví megna politikararnir ikki at venda gongdini, og hvat kann landsins leiðsla gera fyri at minka um hallið? 

Vikukjakið snýr seg um WTO, skúla/foreldrasamstarv og hallið á fíggjarlógini.

 

1694836

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. februar
Breddin: Nýggj tilmæli um skíggjaráð
187934
Týsdag 18. februar
Morgunlestur týsdagur 18.februar 2025
186671
Mánadag 17. februar
Karl Vidtfeldt: Beri felagið í hjartanum
187908
Mánadag 17. februar
Norðurljóð 17.februar
187247
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762