Politiið í Føroyum varskógvaði grønlendingar um Watson

Politiið í Føroyum varskógvaði grønlendingar um Watson
Í morgun var samráð í rættarnevndini í fólkatinginum um at útflýggja Paul Watson, sum er varðhaldsfongslaður í Nuuk, til Japan
Paul Watson var handtikin í Nuuk, tá ið John Paul DeJoria kom hagar 21. juli.
 
12.09.2024 - 13:21

Tað var politiið í Føroyum, sum varskógvaði politiið í Grønlandi um, at Paul Watson við skipi sínum John Paul DeJoria kom til Grønlands.

Hetta gjørdi, at Paul Watson varð handtikin í Nuuk tann 21. juli, tá ið skipið kom inn at bunkra.

 

Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, í samráði í fólkatinginum fyrrapartin. (Mynd: Fólkatingið)

 

Tað kom fram í morgun, tá ið samráð var um Paul Watson í rættarnevndini hjá Fólkatinginum. 

Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, fekk spurningin, hvør kom við boðunum um at handtaka Watson, og svaraði soleiðis:

 

12092024_Hummelgaard_1

 

Sjúrður Skaale hevði eisini orðið í samráðnum í rættarnevndini. (Mynd: Fólkatingið)

 

Føroyski fólkatingsmaðurin, Sjúrður Skaale, tók eisini orðið:

 

12092024_Sjurdur

 

Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, svaraði:

 

12092024_Hummelgaard_2

 

Alt samráðið kann síggjast her.

 

Paul Watson.

 

Politiiið í Grønlandi skal fyrst viðgera málið. Síðani fer tað til Ríkisadvokatin, áðrenn málið endar á borðinum hjá løgmálaráðharranum, og hann skal so taka støðu til, um Paul Watson skal útflýggjast.

Tá ið Paul Watson var tikin í Nuuk 21. juli, var hann varðhaldsfongslaður til 5. septembur, men 4. septembur gjørdi dómstólurin í Grønlandi av, at varðhaldsfongslingin skuldi leingjast - hesa ferð til 2. oktobur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770