Miseydnaða integratiónin í Svøríki er orsøkin til grov brotsverk

Miseydnaða integratiónin í Svøríki er orsøkin til grov brotsverk
Petra Lundh, ríkispolitiovasti, sigur, at alt er miseydnað - ikki bara løgreglan, men alt samfelagið
Petra Lundh er ríkispolitiovasti í Svøríki.
Mynd: SVT  
 
16.09.2024 - 09:25

Svenski ríksipolitiovastin, Petra Lundh, sigur, at stóra tilflytingin og miseydnaða integratiónin eru orsøkin til grovu brotsverkini, sum løgreglan hevur stríðst við seinasatu árini.

Hóast løgreglan hevur fingið størri játtan, størri manning og herda lóggávu, hevur tað ikki eydnast at fáa bilbugt við grovu brotsverkunum hjá kriminellum bólkum.

Ríkispolitiovastin sigur, at alt er miseydnað - ikki bara løgreglan, men alt samfelagið. 

 

31 fólk dripin

Higartil í ár hava 186 skottilburðir verið í Svøríki, 31 fólk eru dripin, og talið á børnum, sum eru undir illgruna í drápsmálum, er trífaldað.

- Vit hava jú tikið ímóti nógvum fólkum í landinum, og flest øll eru samd um, at integratiónin er miseydnað, sigur Petra Lundh.

- Vit hava rasuskilnað, vit hava tung bústaðarøki. Vit hava fólk, sum eru komin til Svøríkis - kanska við heiðursmentan, ella sum koma úr einum ættarbólki - klan-samfelagi, og sum ikki hava álit á myndugleikunum. Og tað hevur Svøríki ikki dugað at handfarið, sigur Petra Lundh, ríkispolitiovasti, í sendingini hjá svenska kringvarpinum SVT '30 minuttir'.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339