Borgarstjórin: Klaksvík skal hava nýggjar og alternativar bústaðir

Borgarstjórin: Klaksvík skal hava nýggjar og alternativar bústaðir
Borgarakanning vísir, at tað eru serliga fólk í aldrinum 18-29 ár, sum eru misnøgd við bústaðarmøguleikarnar í kommununi
Klaksvík.
 
18.09.2024 - 13:05

- Klaksvík skal hava nýggjar og alternativar bústaðarmøguleikar. 

Tað sigur Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Kommunan gjørdi í fjør eina borgarakanning, har tað serliga eru fólk í aldrinum frá 18-29 ár, ið eru ónøgd um bústaðarmøguleikarnar í kommununi, sum gera vart við seg.

 

Karl Johansen. 

 

Kommunuætlan

Umframt at Klaksvíkar kommuna hevur sett arbeiðsbólk at koma við tilmæli um øðrvísi bústaðarmøguleikar í Klaksvík, samtykti eitt samt býrað í mars í ár at gera eina kommunuætlan, sum kallast "Klaksvíkar kommuna 2040", har millum annað mál skulu setast fyri fólkavøkstri, kjarnutænastum, mentan og bústøðum.  

Í fyrsta umfari eru settar 300.000 kr. av til arbeiðið, sum skal verða liðugt á vári komandi ár. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

18092024_Klaksvik


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028