- Tað skal loysa seg at vera grønmetisbóndi í Føroyum

- Tað skal loysa seg at vera grønmetisbóndi í Føroyum
Grønmetisframleiðsla í Føroyum er høvuðsevnið á Eplafestivalinum í ár
Grønmetisframleiðsla í Føroyum er høvuðsevnið á eplafestivalinum, sum byrjar í dag
Mynd: Savnsmynd  
 
28.09.2024 - 13:55

Eplafestivalurin á Sandi er í dag skotin í gongd fyri fyrstu ferð í fimm ár.

Tað var vegna koronafarsóttini, at festivalurin steðgaði í eitt tíðarskeið. Men nú er gongd aftur komin í, og festivalurin ætlar sær ikki lítið í ár. 

- Tað skal loysa seg at vera grønmetisbóndi í Føroyum.

Tað sigur Michael Anthony Charles, sum er ein av stigtakarunum til ársins eplafestival. 

 

Føroysk grønmetisframleiðsla

Tað eru bóndir og staðbundið grønmeti, sum í dag verður hátíðarhildið á Eplafestivalinum.

Og sambært Michael Anthony Charles haltar tað við føroyskari framleiðslu av grønmeti. 

- Ynskiligt er at síggja meira føroyskt grønmeti í handlunum í Føroyum, sigur hann í innslagnum. 

Tí er tað grønmetisframleiðsla í Føroyum, sum í ár er høvuðsevnið á Eplafestivalinum.

 

Skráin er fjølbroytt

Eplafestivalurin bleiv skotin í gongd við einum pallborðsfundi fyrrapartin við heitinum 'Skulu vit hava vinnuliga grønmetisframleiðslu í Føroyum?'.

Restina av degnum verður eplasekkjarenning, neytalortakapping, konsert og dansur seinni. 

Tað eru lokalar, sjálvbodnar kreftir, sum standa fyri tiltøkunum á Eplafestivalinum, sigur Michael Anthony Charles.

 

Hoyrið innslag um Eplafestivalin her:

eplafestivalur_lidugt_innslag_1220

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244