Ikki á Tórsvøll kortini

Ikki á Tórsvøll kortini
UEFA vildi ikki loyva íslendsku meistarunum í fótbólti at spæla heimadystir sínar í Conference League-kappingini á Tórsvølli í Havn
UEFA vildi ikki loyva íslendsku meistarunum at spæla heimadystir í Havn.
 
30.09.2024 - 06:37

UEFA vildi ikki loyva íslendsku meistarunum í fótbólti at spæla heimadystir sínar í Conference League-kappingini á Tórsvølli í Havn.

Tað var annars uppá tal, og loyvi var fingið frá Tórsvølli. 

Tí vøllurin hjá Víkingi lýkur ikki krøvini hjá UEFA.

Heldur ikki ber til at spæla í Laugardali, tí har verður vøllurin umvældur.

Spælt verður tí í Kópavogi. Og har verður spælt í dagsljósi, tí ljósini við vøllin eru ikki nóg sterk.

Spælt verður tíðliga seinnapart, til dømis klokkan eitt 12. desember. 

Víkingur hevur heimadystir 24. oktober, 7. november og 12. desember.

Gunnar Vatnhamar spælir í Víkingi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040