Vinstru-grønu vilja hava altingsval í vár

Vinstru-grønu vilja hava altingsval í vár
Svandís Svavarsdóttir er vald til nýggja forkvinnu í flokkinum eftir Katrínu Jakobsdóttur, fyrrverandi forsætisráðharra
Svandís Svavarsdóttir er nýggj forkvinna hjá teimum vinstru-grønu í Íslandi.
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið  
 
07.10.2024 - 08:51

Flokkurin tey vinstru grønu í Íslandi vil sleppa burtur úr stjórnarsamstarvinum við Fram­sókn­ar­flokk­in og Sjálf­stæðis­flokk­in.

Flokkurin vil hava altingsval longu í vár.

Valið eigur annars at vera um knappliga eitt ár, síðst í september 2025.

Altingsval var 25. september í 2021.

 

Nýggj forkvinna

Tey vinstru grønu hava fingið nýggja forkvinnu.

Hon er Svandís Svavars­dótt­ir, ráðharri.

Einki mótvalevni var á landsfundi floksins um vikuskiftið.

Svandís Svavars­dótt­ir tekur við eftir Katrínu Jakobsdóttur, fyrrverandi forsætisráðharra. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523