Rúsevnakoyring: Vinnunevndin bíðar eftir lógarbroyting úr landsstýrinum

Rúsevnakoyring: Vinnunevndin bíðar eftir lógarbroyting úr landsstýrinum
Málið er at koma í tingið við broytingini í ár, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður
Rúsevnakoyring er vorðin líka vanlig sum rúsdrekkakoyring. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
14.10.2024 - 13:26

Tíðindi um rúsevnakoyring gerast alsamt vanligari at lesa og hoyra, og greið tekin eru um, at rúsevnakoyring er vorðin næstan líka so vanlig sum rúsdrekkakoyring.

Í vár legði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur uppskot fyri tingið, um at revsa rúsevnakoyring harðari, men uppskotið fall, tí landsstýrismaðurin Dennis Holm segði, at landsstýrið arbeiðir við einum uppskoti um tað sama.

 

Erhard Joensen.

 

Í august legði Jacob Vestergaard, tingmaður, so uppskotið fram aftur. Eftir 1. viðgerð var málið beint í vinnunevndina, og har liggur tað enn.

Erhard Joensen er formaður í vinnunevndini:

 

14102024_Erhard_1

 

Erhard Joensen sigur, at vinnunevndin er liðug at viðgera uppskotið hjá Jacobi Vestergaard:

 

14102024_Erhard_2

 

Dennis Holm. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Vinnunevndin hevur givið landsstýrismanninum freist til í ár at leggja sítt uppskot fram. Skal løgtingið hava stundir at geva uppskotinum ta kravdu viðgerðina fyri ársskiftið, má tað koma í tingið síðst í hesum mánaðinum.

Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at málsetningurin hjá aðalráðnum er at fáa eitt uppskot um at herða revsingina fyri rúsevnakoyring í løgtingið í ár:

 

14102024_Dennis

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203