Her eru skjølini í Ingilín D. Strøm-málinum, sum KVF hevur fingið innlit í

Her eru skjølini í Ingilín D. Strøm-málinum, sum KVF hevur fingið innlit í
Tað er landsstýrismálanevndin, sum skal prógva, at landsstýriskvinnan hevur sagt ósatt og ikki øvut. Tað stendur í 36 síður drúgva ummælisskrivinum hjá Ingilín D. Strøm
 
18.10.2024 - 07:00

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, heldur ikki, at landsstýrismálanevndin hevur prógvað út um allan rímiligan iva, at hon tilvitað hevur sagt ósatt.

Og rættartrygdin hjá landsstýriskvinnuni verður sett til viks.

Tað stendur at lesa í svarinum - ella ummælisskrivinum - sum Ingilín D. Strøm hevur sent landsstýrismálanevdini. 

 

>>Les eisini: Ingilín D. Strøm: Slepp málinum ella set kanningarstjóra

 

Landsstýrismálanevndin hevur tí, sambært landsstýriskvinnuni sjálvari, tvey í at velja:

1) at sleppa málinum, tí tað ikki er prógvað, at hon tilvitað ella av grovum ósketni hevur borið løgtinginum skeivar upplýsingar.

2) ella at seta ein kanningarstjóra.

 

Her eru skjølini í málinum, ið Kringvarpið hevur fingið innlit í:

Bræv frá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, til landsstýrismálanevndina

Ummælisskrivið frá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu

Upprit - Annfinn V. Hansen, sakførari, um fyribilsniðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini

 

Landsstýrismálanevndin 
Landsstýrismálanevndin hevur rættarligt eftirlit við, at løgmaður og landsstýrismenn halda lóggávuna. Hon røkir starv sítt sbrt. § 38 í Stýrisskipanarlógini. Nevndin hevur heimild at boðsenda løgmanni ella landsstýrismanni at koma á fund at greiða frá ávísum máli. Málini eru loynilig í tann mun, viðurskifti hjá einstaklingum gera tað neyðugt. Í landstýrismálanevndina sita í løtuni Hans Jacob Thomsen fyri javnaðarflokkin, Bárður á Steig Nielsen fyri sambandsflokkin og Hanna Jensen fyri Framsókn. 
Kelda: logting.fo

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341