UEFA gevur føroyskari eldsál viðurkenning

UEFA gevur føroyskari eldsál viðurkenning
John Eystberg hevur fingið viðurkenning frá UEFA fyri sítt stóra arbeiði sum fótbóltsvenjari hja gentum og kvinnum
 
22.10.2024 - 09:50

- Hetta er mín máti at geva fótbóltinum okkurt aftur, tí eg havi sjálvur fingið so ótrúlilga nógv gott burtur úr tíðini, eg spældi fótbólt.

Soleiðis sigur John Eystberg, nú hann hevur fingið stóra viðurkenning frá europeisku fótbóltssamgonguni, UEFA, fyri sítt stóra arbeiði sum fótbóltsvenjari hjá gentum og kvinnum í HB.

Longu sum seks ára gamal fór John Eystberg til sína fyrstu fótbóltsvenjing. 

Líka síðani hevur fótbóltur fylt nógv. Umframt sjálvur at hava spælt fótbólt, hevur John Eystberg seinastu 30 árini verið fótbóltsvenjari.

Seinastu árini hevur hann tikið sær av gentu- og kvinnufótbóltinum í HB. Hvørja viku brúkar hann einar 25 tímar upp á venjing og dystir. Harafturat er alt samskiftið við foreldur, spælarar og onnur, sum hann eisini tekur sær av. 

- Tá tú sært, hvussu nógv fótbólturin og venjingarnar hava at siga fyri hesar genturnar og kvinnurnar, so gevur tað mær orku og áræði at halda fram, sigur John Eystberg.

Í morgunsendingini greiðir John Eystberg eitt nú frá venjarauppgávuni, kvinnufótbólti og viðurkenningini frá UEFA.

1703612

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576