BRIKS-londini vilja hava vápnahvíld í Gasa og Libanon í stundini

BRIKS-londini vilja hava vápnahvíld í Gasa og Libanon í stundini
BRIKS-londini eru Brasil, Russland, India, Kina, Suðurafrika, Iran, Egyptaland, Etiopia og Sameindu Emirríkini
Indiski forsætisráðharrin Modi, russiski forsetin Putin og kinesiski forsetin Jinping á toppfundi í BRIKS.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
23.10.2024 - 15:28

Londini í BRIKS-felagsskapinum hava umrøtt kríggið í Gasa og kríggið í Libanon, nú limalondini í hesum døgum hava toppfund í Russlandi.

Í dag helt iranski forsetin, Masoud Pezeshkian, røðu. Har heitti hann á limalondini at nýta alla orku at steðga báðum kríggjunum.

- Eg mæli øllum limum í máttmiklu BRIKS-sameiningini til at nýta sína megi og førleikar, bæði saman og sum einstakar tjóðir, at fáa ein enda á kríggjunum í Gasa og í Libanon, segði Masoud Pezeshkian á toppfundinum.

Reuters skrivar, at BRIKS-londini hava skrivað yvirlýsing, sum mælir til vápnahvíld í Gasa í stundini.

BRIKS-londini eru Brasil, Russland, India, Kina, Suðurafrika, Iran, Egyptaland, Etiopia og Sameindu Emirríkini.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, hevur havt fund við krúnprinsin í Saudiarabia. Har skal hann sambært Reuters hava sagt tað vera alneyðugt at steðga krígnum í Gaza og at lata ísraelsku gíslarnar leysar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166