TB upp við ungum spælarum

TB upp við ungum spælarum
Uppflyting var ikki fremsta málið, tá ið TB fór undir kappingarárið í 1. deild, sum endaði við, at TB gjørdist nummar trý og tí aftur er í bestu mansdeildini í fótbólti.
Hóast nógvar ungar spælarar, vann TB seg uppaftur í bestu deildina
Mynd: Andre Dalfoss  
 
27.10.2024 - 10:07

Eftir eitt árs fráveru verður TB aftur at síggja í bestu fótbóltsdeildini komandi ár. Næstbesta deildin endaði fríggjakvøldið, og við 1-0 sigri móti FC Hoyvík tryggjaði TB sær triðja plássið í deildini, sum merkir uppflyting til Betri deildina.

- Tað var ikki málið frá byrjan at flyta upp, sigur Andre Dalfoss, formaður í TB. Orsøkin til avmarkaðu vónirnar var millum annað, at TB hevði heilt nógvar ungar spælarar.

Tað bleiv rættiliga spennandi í síðsta umfari, tí eitt skifti lá B71 til at fáa triðja plássið og uppflytingina, men so skoraði TB í Hoyvík og vann tann altavgerandi sigurin.

Saman við TB flytur FC Suðuroy eisini upp. Sostatt verða tvey suðuroyarlið í bestu deildini í 2025.

Hoyr samrøðu við Andre Dalfoss:

2024-10-26-Andre-Dalfoss

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107